Satt
Lív í Guði
30. mars 1987
Jesus, tað er ikki meint soleiðis; mátin eg tosi við Teg uppá, tað ljóðar so óvirðiliga. Tað er mín dagligi talumáti, men eg kenni ikki til nakað annað. Tá eg nú lesi bøkur skrivaðar av trúgvandi, nunnum, mátin tær tosa við Teg er heilt annarleiðis. møguliga hava tær fingið undirvísing? Tað er ikki við vilja, at eg nýti ófantaligan málburð; kann vera at mítt hjarta tosar. Vassula, Eg fyrigevi tær tín ókunnleika Eg eri ikki errin... (Eg umboði vissuliga tað mesta av nútímans heiminum). At Tú hevur valt meg grundað á mínar ringu eginleikar og ikki grundað á tað, eg havi uppiborið. Eg kenni meg sum Judas... Lo1. Vassula tú ert ikki sum Judas, tú ert hjálparleys, so óvitandi og vesalig at orð ikki er fyri tí, tú ert Mín elskaða sum Eg havi halgað, Eg tók Mær av okkara sameining av tí at tú ikki vart før fyri tí, Mítt ynski er at forma teg; Eg sameindi teg við Meg og bað teg verða Mína brúður. Jesus, eg havi lært, at nunnur veruliga verða ‘giftar’ við Tær. ja, tær koma til Mín og verða Mínar brúðrar, Eg gleði Meg yvir tær! Tú visti ikki at tú kundi verða Mín brúður og verða sameinað við Meg so Eg havi tikið Mær av okkara sameining, sært tú? Eg halgaði okkara hjúnaband við at seta ein ring á tín fingur. arbeið við Mær og minst til at Eg eri Heilagur. gloym ongantíð hettar. 1 Nei (á hebraiskum). |