Vassula Eg elski teg.
Eg elski eisini Teg, Jesus.
sum Mær
leingist eftir at Mínir prestar verða heilagir við
tað at teir umboða Meg. Eg ynski at teir gerast reinir,
heilagir, eyðmjúkir og miskunnsamir. Eg ynski at
teir loyva Mær at fylla teirra hjørtu við ørgrynnu
av Mínum Kærleika, Eg ynski at teir skulu heinta
meira av Mínum Hjartans Ríkdómi og fylla
teirra hjarta, gjøgnumsýra tað so tað
flýtur yvir, og soleiðis breiða tað út
yvir heimin. tað er neyðugt at teir royna at forstanda
Míni lomb og elska tey, og grøða tey; men
fyri at verða førir fyri at gera alt hettar, mega
teir læra at elska Meg líka so nógv sum
Eg havi elska teir, teir mega læra at elska Míni
børn sum Eg elski tey. teir mega æra Mína
Kirkju. Eg ynski kærleika, Vassula, sig teimum tað,
lat teir vita at Mínar varrar eru uppturkaðar og
tysta eftir kærleika. Til hvørja nyttu eru offur
og halgisiðir fyri Meg, tá teirra hjørtu eru
steinrunnin og uppturkað? Mær leingist eftir at
gera hesa oyðimørk fruktagóða við
Rættlæti. Mær tørvar hita, Mær
tørvar ein livandi loga, reinleika, ídni og brennandi
kærleika. loyv tykkum sjálvum at oysa úr
hesum Óendaliga Kærleika og fylla tykkara hjørtu.
alt Eg biði tykkum um er trúfesti, reinleika og kærleika.
komið, komið til Mín og iðrið tykkum,
komið og broytið tykkara lív, Eg skal styrkja
tykkum og tit skulu taka ímóti Mær, Eg ynski
at minna tykkum á Mínar Vegir.
Eg havi givið tykkum so nógvar boðskapir
og tekin, tekin sum tit ikki vilja vita av, hava tit gloymt
Míni orð? undrist ikki yvir teimum veiku amboðum
Eg nýti til at opinbera Míni orð; hví,
Eg kundi tikið ein og hvønn av hesum steinunum og
broytt teir til trúgvar eftirfylgjarar hjá Mær!
nøkur av tykkum fara at leita eftir prógvum fyri,
at tað eri Eg, Jesus, ið gevi tykkum henda Boðskap,
havi Eg ikki sagt, at Eg vil úthella Mín Anda
yvir alla mannaættina og at Mínir synir og Mínar
døtur skulu profetera, at Eg skal senda tekin í
himli og á jørð? Mínir vegir eru ikki
tykkara vegir og Míni tekin eru ikki tykkara tekin.
Eg opinberi aftur Mítt andlit, men hvussu nógv
av tykkum fara at trúgva? Eg eymki meg av pínu,
Eg kvalist, Eg kvalist av at síggja Mítt sáð
fylt við deyðum orðum. Trúskapur...
er hetta tað tit kalla tykkum sjálvar at vera tá
tykkara hjørtu eru deyð? komið, komið og
súgvið í tykkum úr Mínum Hjarta.
Eg biði tykkum um í álvara at iðra tykkum
og bøta; elskað Meg reint og ærað Mítt
Heilaga Kvøldmáltíðar-sakramenti, ja,
øll tit sum meta tykkum at vera rættvís
og trúgvandi, komið og broytið tykkara hjørtu,
opnið tykkara hjørtu og takið ímóti
Mær og tá tit gera tað, skal Eg lata tykkara
eygu upp og opna tykkara oyru.
Vassula,
Eg skal lesa meira upp fyri tær í morgin
tú skal hvíla elskaða
sást tú meg tá Eg las upp?
Ja, Harri, Tú var aftanfyri mín høgra
arm? vart Tú har?
Eg var, ja.
ja, nú standi Eg framman fyri tær Vassula 
ja, varnast Mína Nærveru sum tú gert nú
óttast ikki
Eg skal vera hjá tær,
kom lat okkum hvíla í hvørjum øðrum
|