Satt
Lív í Guði
26. mars 1987
Í tí fylgjandi vísti Guð mær eina sjón. gleð Meg Mín Vassula og skil at Eg Guð eri Ein; Eg vil so fegin vísa tær meira av Míni Dýrd. barn veitst tú hvussu himmalin varð skapaður? Av Tær, ígjøgnum Teg. ja, Eg havi bæði ásett vídd, hædd og djúpd og allar støddir eru fullkomnar. hvør lítil livandi skapningur kemur frá Mær og eru av sonnum Mínir, alt Lív kemur frá Mær, Mín Andadráttur er Lív, vilt tú vita meira um Míni Himmalsku Verk? Ja, Harri. lat okkum tá fara ein túr inn í Mína Dýrd. Eg var til gongu í Guðs Nærveru í einum undirvøkrum urtagarði, ógvuliga litríkur, nógv bjart ljós, men ikki frá einari vanligari sól. Meðan eg gekk, legði eg til merkis eina ómetaliga stóra kúlu av ljósi, ið næstan nart við sjónarringin. Tað var sum ein stór sól, men ein kundi hyggja at henni uttan at fáa ilt í eyguni. hvussu hevur tú tað dóttir? Tað er undursamt. Tað er alt so løgið! hvat sært tú? Tað sum líkist eini “sól”. ja hattar er Mín Heilagi Bústaður, og hvat sært tú rundanum hatta ljósið? Fyrst sá tað út fyri mær sum tað vóru blettir, ið fluttu seg rundanum Tað, men so vísti tað seg at vera smáir einglar, sum kransaðu rundanum Tað. Tað sá út at vera í milliónatali.
Nøkur trin, ið ganga inn í “sólina”? lat okkum fara inn í hetta Ljósið, ert tú til reiðar? lat teg úr skónum tí vit ganga inn á heilaga jørð. vit eru nú inni í Ljósinum. Eg helt, tá eg gekk inn í Tað, at eg fór at finna meg í ógvuliga bjørtum ljósi; men nei, alt var í bláum liti. Men tað, sum slerdi meg mest, var kvirran og kenslan av Friði og Heilagleika. Tað var undranarsamt! Innan var alt ein rundingur! ja, tað er ein rundingur. “Múrurin” rundanum okkum var eingin múrur, men livandi verur, tað vóru einglar, ein múrur av einglum og lokaði sum ein kúpa “loftið” gjørt av einglum, allir bláir. Tað vóru milliónir, milliardir, heilt tætt at hvørjum øðrum. Tað vóru høgir einglar, hvør uppiyvir øðrum, heilt tætt saman, formaðu ein sterkan múr. Mínir serafar verja henda Heilaga Staðin og tilbiðja Meg uttan íhald, hoyrir tú teir? “Heilagur av Heilagum, Heilagur er Guð okkara Tann Hægsti,” Hvussu nógvir eru teir, Harri? í túsundatali Mítt barn; hvør er hasin við tí gylta svørðinum og so vakur? Eg veit ikki. (Eg sá onkran, ið líktist einum eingli, men sum var ólíkur hinum, við tað at hann var "vanliga” littur, var í einum hvítum kappa, gylt hár niður á akslarnar, og helt í hondini eitt vakurt gullsvørð). Vassula, svørðið er Mítt Orð. Mítt Orð er reint, Tað treingir ígjøgnum og upplýsir. (Brádliga opnaðist “kúpan” sum ein blóma). afturlatin opin
(Eg sá, tá ið “múrurin” opnaðist sum ein blóma). Hestar við svørtum villum floyalslíkum eygum. Myndin hvarv, og eg sá ein bardaga. Mín herur skal stríðast móti Sátan
og hansara fylgisveinum, íroknað Eitt skriðdjór, sum líkist einari slangu. Hon varð blakað niður av einum hesti? hesin drekin undir spjótinum hjá Mínum Halgimenni verður yvirvunnin. tá hettar fer at henda fara allir hansara fylgisveinar eisini at falla. Vassula, nú skalt tú sleppa at síggja Dómshøllina. Eg sá eina stóra høll, men eingin var har, alt í einum sá eg í einum horni ein bólk (sálir); tað var skramblan av ketum, ið fekk meg at hyggja tann vegin. Tær sóu ógvuliga illa fyri- komnar út, tað kann ikki sigast frá tí, tær vóru blettutar av trækoli ella onkrum svørtum merkjum. Tær sóu ógvuliga óttafullar út, ótryggar um hvar tær vóru. Tær sóu ikki okkum. Tær sóu út til at vera bilsnar um umhvørvið. lurtað eftir trompetunum, hatta eru Mínir einglar
sum boða frá Mínari komu, gev Mær tína
hond, tí at tú ert Mín lítli gestur,
Hvør hevur bjarga teimum? Eg havi Ja, Harri, hvat hendir nú?
Meinar Tú, at hesar sálir ikki vóru doyptar? tað vóru tær ikki. vildu tær ynskt tað? ja, tær ynskja tað, kom, Eg skal forklára,
lat okkum sessast. tað tú sá var bert ein
ímynd av teimum, í veruleikanum vóru tær
ikki í Míni Høll, sálir verða
ikki dømdar fyrr enn til endans. hvar vóru hasar sálirnar, um tær ikki vóru í Tíni Høll?
hygg niður framman fyri Mær dóttir Tað gjørdi eg. lat meg signa teg, Eg fyrigevi tær tínar syndir,
sig hesi orð, “Mátti Harrin og Guð hin Almáttugi verði vælsignaður, Mátti Hansara Kongadømi rátt í ævigari Dýrd, Mátti Hansara Heilaga Navn verði Hálovað, Mátti Orð Hansara trongt seg inn, og hvílt í hvørjum hjarta; Amen.”
dóttir, kom og ver saman við Mær, Mær tørvar at hvíla, kom nærri til Mín, tak lut í Míni sorg. Mín Guð, eg skal gera tað Tú ynskir, men gloym ikki at tað eisini eru fleiri, ið elska Teg inniliga og gloym ikki teirra offur, har tey vísa sín kærleika til Tín.
elskaða, vilt tú loyva Mær at hvíla í tær? Ja, Mín Guð, ger tað.
Ja, Mín Guð, tað vil eg. kom so Eg elski eisini Teg, mín Guð. 1 Reinsanarstaðnum, nær við Sátans portur. 2 Reinsanarstaðnum (á grikskum). |