Satt
Lív í Guði
7. mars 1987
Vassula, Eg Jesus elski teg, elskaða Eg havi hvílt
Meg, kom, Eg eri nøgdur Eg eri Lívsins Heilivágur, Eg eri Uppreisnin. Jesus, á sum eg vildi ynskt, at allar sálir elskaðu Teg! Tað mann verða ræðuligt ikki at fáa svar uppá ein Kærleika so stóran sum Tín! Vassula, Mítt ynski er longu gróðursett í tíni sál. dóttir, fyll Meg við gleði og lær at siga “lat okkum fara at arbeiða, lat okkum gera hettar ella hattar, nýt orðið okkum, vit eru sameinað dóttir í dag skalt tú fylgjast við Mær til tað myrka ríki hjá Mínum fígginda at síggja hvussu tær sálir sum avnoktaðu Meg líða. Jesus, eru tær glataðar? tær í helviti eru, men tær sum eru í reinsanarstaðnum eru bjargaðar av kærleika frá Mínum elskaðu sum biðja og bøta. óttast ikki, tí at Mítt Ljós verjir teg og Eg eri við tær. Eg sá meg sjálva undir jørðini. Tað líktist einum helli undir jørð, myrkt; bert upplýst av eldi. Har var slavið, moldin stinkaði. Eg sá nógvar sálir á rað. Tær vóru bundnar og bert høvdini sóust, andlit í angist. Har var nógvur gangur. Tað ljóðaði sum maskinur úr jarni, sum arbeiddu. Nógv klagan, hamran, skríggj. Har var nógv stákan. Framman fyri hesi høvdini stóð onkur við útrættum armi, og í lógvanum hevði hann grótbræðing, sum hann sveiggjaði frá høgru til vinstru, og hann oysti og blakaði (klaskaði) hesa glóðheitu bræðing út yvir hesi andlitini, ið vóru hovnaði av brunasárum. Alt í einum legði hesin maðurin, sum eg skilti var Sátan, merki til okkara hjáveru og vendi sær við. Sátan segði: hyggið at henni! Hann spýtti á jørðina í andstygd og illsinni, tá hann sá Jesus og meg. neyðarsligi ormur, hyggið at henni vit hava sjálvt ormar nú á døgum. komnir at súgva út okkara blóð, far av h... til! Og við meg segði hann: hygg, og blakaði aftur bræðing tvørturum hesi andlitini, Eg hoyrdi tey rópa: ”áh, lat okkum doyggja...”. Sátan, ið júst sá út sum ein svakur maður, brølaði skúmandi í illsinni! hoyri tit jarðarinnar skapningar, til míííín skulu tit koma! Í somu løtu hugsaði eg, hóast at hann hóttaði, at hann var ein býttlingur at halda, at hann til síðst fór vinna, hann mann hava lisið mínar niðurgerandi tankar og segði ógvuliga hóttandi: Eg eri eingin býttlingur! so við einum spottandi og óhugnaligum látri segði hann við hesar stakkals sálirnar: hava tit hoyrt, at hon kallaði meg býttling! og síðan háðandi... kæru elskaðu sálir, eg skal lata tykkum gjalda fyri tað, hon segði! Hann var til reiðar at taka nýggja bræðing at blaka. Eg vendi mær til Jesus illa fyrikomin og bað Hann um at gera okkurt! At steðga honum! Jesus svaraði: Eg skal steðga honum. Í somu løtu Sátan lyfti armin fyri at blaka bræðingina fekk hann nógva pínu og hann skríggjaði av pínu, forbannaði Jesus, og við meg, tín gívur, faaaar út, ja, far út hiðani! Frá tí niðasta reinsanarstaðnum, tann ið er næstur porturi helvitis, hoyrdi eg sálir, sum róptu: "bjargað okkum, bjargað okkum". 1 Tá kom ein framvið; eg skilti, at tað var ein av Sátans illu andum og hann (S.) spurdi hann: ert tú til arbeiðis? gert tú tað, eg havi biðið teg gera? skaðað hana, bein fyri henni, forðað henni. Eg visti, at S. vísti til mín. Hann vildi, at hesin illi andin skuldi forða mær í at hitta Jesus; við at geva mær tey rongu orðini, ella at oyðileggja boðskapin, eg fái. Eg spurdi Jesus, um vit ikki kundu fara; Hann segði: kom lat okkum fara; Eg vil at tú skalt skriva alt hetta niður, Eg skal orða tað fyri teg. ver hjá Mær elskaða – Eg ynski at Míni børn skulu skilja at teirra sál livir og at tað ónda er til. alt sum er skrivað í Mínum Signaða Orði er ikki søgn, Sátan er til og roynir at oyða sálir tykkara, Eg líði av at síggja tykkum svøvntung og fráverandi og óvitandi um at hann er til, Eg komi og gevi tykkum ávaringar, gevi tykkum tekin, men hvussu mong av tykkum vilja lesa Mína ávaringar sum ævintýr? elskaðu Eg eri tykkara Frelsari, avnoktið ikki Mítt orð, vendið um til Mín og merkið Mínar kvalir av kærleika sum Eg havi fyri tykkum, hví, hví vilja tit blaka tykkum fyri føtur Sátans? O komið øll tit sum ikki longur trúgva á Meg, komið til Mín øll tit ið hava svikið Meg, komið og síggið, tí hettar er tíðin at lurta, øll tit sum særa Mína Sál reisist, endurreisist, og síggið Mítt Ljós. óttist ikki Meg, Eg havi fyrigivið tykkum, Eg skal taka tykkara syndir og Mítt Blóð skal tváa tær, Eg skal bera yvir við tykkara veikleikum og fyrigeva tykkum. komið og drekkið rættvísis døggina hon skal byggja upp aftur tykkara sálir sum eru á leiðini til glatan. Eg komi at sóknast eftir tykkum, Eg komi at leita eftir Mínum burturvilstu seyðum. skal Eg, sum tann Góði Hirðin síggja tykkum mist uttan at verði ávirkaður?
Nú, Jesus? ja, nú. Eg veit ikki, hvat eg skal siga, Harri. Eg skal læra teg, lurtað eftir Mær og tak uppaftur eftir Mær. “O Heilagi Faðir, við Tíni megi og Tíni Miskunn, biði eg Teg, savnað øll Tíni lomb, fyrigev teimum og lat tey venda aftur til Títt Elskaða Heim, lít at teimum sum Tíni børn og signað tey við Tíni Hond. Amen.”
kom inn í Mítt Hjarta Vassula tí har ræður djúpur Friður. 1 Sálir í niðasta partinum av reinsanarstaðnum, við portur helvitis, kunnu verða ”lyftar upp” gjøgnum okkara bønir, og bjargast til minni líðingar. |