Satt
Lív í Guði
6. mars 1987
Vassula tað eri Eg, Jesus, tín Frelsari, ert tú svong? Í roynd og veru eri eg tað beint nú, Jesus. ver altíð tað, ver svong eftir Mínum Breyði. kom, Mítt Breyð er ókeypis og tá tú etur av Mínum Breyði verður tú mett. Jesus, eg tosaði um tað verðsliga breyðið... Eg veit, Vassula, men hvat hevði tær dámt betur? Bæði, Jesus.
Eg elski teg, Jesus.
(Eg leit at Hansara Hjarta, øll bringan lýsti) Mítt Hjarta er kveikt av brennandi Kærleika, Mítt Hjarta ynskir at tæra teg í Sínum Kærleika, Mítt Hjarta ynskir at tøla teg til altíð at vera Mína! kom, dóttir, rópað eftir kærleika, rópað eftir friði, ver sameinað við Mær til tað síðsta. kom lat okkum endurreisa hini, elskað Meg við allari sál tíni og við øllum huga tínum fyri at verða før fyri at hálova Meg elskaða. Jesus, tað er pínufult at elska Teg, tí at ein ynskir at vera hjá Tær, eg meini at verða leys av sínum likami, tað er tí at tað er so pínufult at elska.
troyttast ikki av at bera Mín Friðarins og Kærleikans Kross; við at bera hann gevur tú hvílu til Mína troyttu Sál, Mær tørvar hvílu Mín elskaða. Jesus, eg vil gera tað, Tú vilt, og royna at skilja, hvat Tú sigur mær. (Um kvøldið var mín sál tung og kedd). |