Satt
Lív í Guði
5. mars 1987
friður verið við tær. Vassula elskar tú Meg? Eg elskið Teg, Yahweh mín Guð, av øllum mínum hjarta, og hjá Tær ynski eg at vera. Eg elski eisini teg. Eg skal ongantíð fara frá tær. Vassula
Eg eri Kongur og Harri yvir Friði og Kærleika, Eg standi fyri
tykkum, og avdúki Mítt Heilaga Andlit fyri tykkum øllum, hettar
er byrjanin á Mínum Friðar og Kærleikans kalli, dóttir Eg skal
læra teg meira við Vísdómi, Eg eri væl nøgdur við teg, gleð
Meg við at lurta eftir Mínum kalli og skriva tað niður, troyttast
ikki av at skriva; kom, alt fer ikki at verða til fánýtis. Mína
signing gevi Eg tær, kom, styðjað teg til Mín, Vassula ver nær hjá Mær. Eg skal minna teg á at sum tín
Brúðgómur skal Eg syrgja fyri tær í yvirflóð við øllum tær tørvar.
Eg elski teg. hvørt orð Eg sigi, skal verða skriva, vit skulu
arbeiða saman. troyttast ikki av at skriva. Eg las bønina hjá Sankta Mikael. Sankta Mikael svaraði mær. við Guðs kraft skal Eg Sankta Mikael kasta í helviti Sátan og allar aðrar illar andar sum oyða sálirnar. Síðan las eg“The Memorare” av Sankta Bernhard. Jomfrú Maria: elskaða, dóttir, Eg skal hjálpa tær, tak
ímóti Mínum ævinliga Friði Eg eri hjá tær til endan. útinn boðskapin,
Vassula, útinn Guðs orð. styðjað teg til tín Heilaga Faðir,
tí at Hann er Tann Almáttugi. elskað Hann og hálovað Hann, vilt
tú gera alt hettar? ver hjá okkum. |