Satt
Lív í Guði
12. februar 1987
Altvaldandi Guð, eg ynski ikki at falla í fáfongd ella í sjálvgóðsku. Eg biði Teg, hjálp mær! Eg ynski at verða verandi eitt einki, eg ynski at vera einføld og at geva Tær allan heiðurin. Vassula Eg eri Yahweh, Eg elski teg. allur myndugleiki kemur frá Mær lítla mín. Eg skal altíð minna teg á tín lítilleika, Eg skal lata teg skilja hvussu Eg arbeiði finn tær frið Vassula, Eg eri skjótt hjá tær. (Eg kendi ein lætta, vitandi at Guð altíð vil minna meg á mín lítilleika!) Eg hevði ein ringan dag og bleiv í heilum tikin á bóli, av tí at eg ivaðist, hetta er heilt ómøguligt, at tað allar helst ikki var veruligt. Eg kendi, at tað, sum hendir í veruleikanum, ikki hendir, sjálvt um eg hoyri Guð kalla á meg; tað er sum um tað er heilt veruligt og kortini ikki veruligt; eg kendi meg alt í einum sum tað vesaligasta millum menniskju. Hvat er hettar, ið veruliga fer fram? Vassula, hevur tú gloymt hvussu tú vart fyri einum ári síðani. Mín elskaða, lat Meg minna teg á tað, tá ið Eg, Yahweh, gekk framvið teimum deyðu,1 tá sá Eg teg har millum tey óndu, tey hildu tær, plágaðu teg, Eg sá teg liggjandi har og tú stríddist einsamøll, sál tín var deyðanum nær, Eg var fullur av samkenslu fyri tær; tú mintist til Míni verk frá farnari tíð og fataði tá at Eg kundi vera títt skjól og tá hoyrdi Eg tína bøn av jørðini. dóttir, Eg havi altíð elskað teg, men tú hevði gloymt Meg, Mær longdist inniliga at verða elskaður av tær, at hoyra teg kalla Meg Faðir, í hvussu nógv ár havi Eg ikki staðið og bíðað uttanfyri tínar dyr, bíðað eftir at tú ein dag kanska fór at hoyra Meg... Eg var tætt hjá, ja, Eg var tær so nær; og tá kundi Mítt Hjarta ikki standa ímóti tínari bøn; Eg kom fullur av gleði; endiliga; tú kallaði á Meg, Eg lyfti teg upp til bringu Mína dóttir, og Eg grøddi tíni sár, Eg lærdi teg hvussu tú skuldi elska Meg, Eg lærdi teg hvussu tú skuldi taka ímóti Mær við at lyfta teg upp, og Eg lat Mítt Ljós lýsa yvir teg. Mín blóma, ver ikki fyri ongum, Eg læri teg stig fyri stig, við tí orðatilfeingi ið tú skilir. tú spyrt Meg hví partar av Míni leiðbeining eru skrivaðar áðrenn tína lærutíð, Eg skal svara hesum spurningi eftir at tú hevur svarað Mínum spurningi. veitst tú hvussu nógv virði bert ein einasta sál hevur fyri Meg? Eg veit, at hon er virðismikil, men hvussu nógv, tað veit eg ikki, Mín Guð. so skal Eg siga tær hvussu virðismiklar sálir eru fyri meg og svara tínum spurningi. ein sál er so virðismikil fyri Meg at Eg lat ein part av hesum boðskapi 2 verða skrivaðan bert fyri tað einu sálina ið ikki hevði haft aðrar møguleikar áðrenn hansara fráferð; skilir tú tað nú? Ja, eg geri, eg veit, hvønn tú meinar við. Eg elski teg dóttir, ivast ikki í at hendan læran er frá Mær, Eg skal altíð minna teg á hvør tað var ið vakti teg úr svøvni.
1 Teimum andaliga deyðu. 2 Ein leiðbeining, sum tók mær umleið 6 mánaðir. |