Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

MÍN LÓG ER LÓG KÆRLEIKANS

2. februar 1987

Seinni:

Eg eri her, tað eri Eg Jesus Kristus. lat Meg lesa Míni orð upp fyri tær, dóttir, hoyr Meg nú og royn at síggja Meg.

óttast tú Meg, avnoktar tú Meg tí at Míni eygu síggja tvørtur ígjøgnum teg og kunnu lesa alt tað ið tín sál hevur gjørt? óttast Meg ikki, tí at Eg havi longu fyrigivið tær.

Mítt Blóð varð úthelt til tykkara frelsu. Eg var á jørðini í holdi; Eg búði millum syndarar og grøddi tey sjúku og vakti upp frá teimum deyðu; Eg eri ikki farin frá tykkum; tí at Eg eri enn tykkara millum, og grøði tykkum, komið til Mín og verðið grødd, Eg skal lyfta tykkara sál upp til Mín, Eg skal læra tykkum at elska Meg og at elska hvønn annan, um tit eru veik, skal Mín Styrki styðja tykkum, um tit eru vilst, skal Eg verða har og vísa tykkum Vegin, Mín Lóg er ein Kærleikans Lóg, fylgið henni, við at fylgja henni vil Eg opna hjørtu tykkara til at verða før fyri at taka ímóti Mær.

Eg skal kveikja áhuga tykkara, Eg skal læra tykkum at elska, at fyrigeva, at verða heilag og at liva heilagt. komið tá Míni kæru, komið og lærið av Mær, Eg eri Kærleiki, Eg eri Friður, Eg eri Miskunn, Eg eri Spaklyntur og Lítillátin, Eg eri Fyrigeving, Eg elski tykkum øll.