Satt
Lív í Guði
30. januar 1987
Seinni: veitst tú at Eg eri glaður fyri at hava teg hjá Mær? Eg Jesus elski teg djúpt inni í Mínum Hjarta og orsakað av hesum kærleika Eg havi til tín, hatar tað ónda teg, tey fara at seta tær fellur, Eg skal verða hjá tær fyri at ávara teg. Eg ynski ikki at snáva! Eg skal syrgja fyri at tú ikki snávar Eg skal verða hjá tær og styðja teg í fallinum. Eg skilji ikki, at boðskapirnir vórðu givnir áðrenn “upplæringina”. Vassula, Eg Guð gav tær Mínar Boðskapir fyri at nógv skuldu fáa gagn av teimum, um tú bert visti hvussu virðismiklar sálir eru fyri Meg.1 Eg veit hvat tú hugsar, Eg skal svara tínum spurningi. hoyr Meg, Eg eri komin til tín fyri at geva Mín boðskap um Frið og Kærleika, Eg havi valt Mær eitt barn rætt og slætt, uttan hóskandi førleika til Mína uppgávu, hjálparleyst og lítið og uttan tignarligt umdømi, eitt einki, fyri at kunngera ígjøgnum teg Mín kensluborna kærleika og fyri at undirvísa tey ið ikki enn skilja ríkidømið í Mínum Hjarta. Eg líði av at síggja Mínar lærarar2
so langt burtur frá tí sum er av tí himmalska
og teirra gáloysni mótvegis Mínum signingum
hví undrast tit yvir tað amboðið Eg nýti? Mín Máttur er stórur og markleysur og Eg vil lata Míni orð verða kend ígjøgnum vesaligar sálir. Vassula mong fara at biðja Meg um eitt tekin, um at henda læran kemur frá Mær, men teknið Eg vil geva er tú. Eg havi loyst teg frá tí ónda og vakt teg, Eg havi hjálpt tær á føtur og lyft teg upp til Mítt Hjarta, og oyst Míni Verk útyvir teg; góðtak tað Eg gevi tær, tí tað er Vísdómur ið leiðir teg; Vassula Eg elski teg, lítla mín tú ert Mín. dóttir gev Mær kærleika og gev Mær hvílu; lat Meg hvíla í tínum hjarta, góðtak Meg Vassula, avnoktað Meg ikki. Vassula veitst tú hvussu nógv ár Eg havi bíða eftir at tú skuldi góðtaka Meg? O sum tú vart langt burturi frá Mínum Hjarta, havi Eg nakrantíð sagt tær hvussu Eg kendi tað tá? Eg minnist ikki rættuliga, Jesus. Eg skal siga tær; Eg havi borið ótta fyri tær, tú rak burtur frá Mær og Mítt Hjarta var púrasta sundurrivið av sorg. Vassula hvussu kundi tú tá standa ímóti Míni áheitan elskaða? Eg havi bíða í so nógv ár Vassula, góðtak Mín Kærleika; Mín Kærleiki grøðir teg. Tað er ikki tað, at eg vísi Teg frá mær Jesus, men eg kenni tað nógv lættari at geva enn at taka ímóti. Eg haldi, at Tú kennir meg. (Eg var kedd, av tí at eg særdi Jesus við hesum uttan at vilja tað, Jesus visti tað alt fyri eitt). kom við Mær, Eg havi eitt loyndarmál
ið Eg vil siga tær Ja, tað hevur Tú longu sagt mær. tað er ein orsøk afturat; Eg elski teg tí at tú elskar Míni børn. kom nærri til Mín, vilt tú loyva Mær inn í títt hjarta? Ja, kom Jesus. á sum tú gjørdi Meg glaðan, tí Eg veit at Eg kann hvíla í tær. noktað Mær tað ikki aftur, tí at tað einasta Eg leingist eftir er at sleppa inn í tykkara hjørtu. Tú fert nokk at finna blettir í tí... Alt tað skitna Eg finni vil Eg vaska burtur. elskaða Mítt Blóð skal reinsa teg. 1 Tað tyktist, sum um Guð ikki vildi spilla eitt minutt. 2 Prestar. |