Satt
Lív í Guði
23. januar 1987
O Vassula á sum Eg elski teg, kom til Mín,
Eg eri tín Ævigi Faðir, merk Mín Kærleika
sum Eg havi til Míni børn! Eg leiddi teg so tú
lærdi at elska Meg, Eg eri tann sum vísti tær
vegin Eg eri ein Kærleikans Guð, Eg eri ein Friðarins
Guð, Eg eri ein Miskunnsamur Guð, Eg eri Spaklyntur
Seinni: Hvat hendir, Jesus, um eg haldi uppat við at skriva? Vassula, sjálvt um tú helt uppat við
at skriva, vil Eg altíð vera hjá tær
og leiða teg, Eg gav tær hesa náðigávu
fyri at tú kundi møta Mær á henda
hátt og fyri at Eg kann undirvísa teg; Eg havi
spurt teg um tú vilt arbeiða fyri Meg og títt
svar gleddi Meg, Vassula, Mær dámar væl at
tú ivast; tú byrjar at læra at hugsa teg
um áðrenn tú tekur eina avgerð. Eg eri
tín Lærari, sig ja til Mína leiðbeining,
Eg leiði teg til ansni mótvegis tí ónda
ið roynir eftir sálanna oyðing við at nøra
tær við síni fáfongd, Eg læri
teg at skilja hvussu svikafult tað ónda kann vera,
Eg vil læra teg at taka ímóti, Eg vil læra
teg at vera eyðmjúka, sonn ímóti tær
sjálvari, trúfasta móti Mær, Eg skal
styrkja teg við eyðmjúkleika Eg skal minna teg á at Eg ikki taki teg fram um
onnur, undir Míni leiðbeining skal Eg læra
teg at betra um og reinsa tína sál, hugsað
ikki eina løtu at Eg gav tær hesa náðigávu
tí at Eg elski teg meira enn øll hini børnini
hjá Mær; Eg gav tær hesa náðigávuna
fyri at metta teg og onnur ið eru í eini óhugnaligari
neyð Vassula, tað er satt, eg havi tikið teg út
áðrenn tú vart fødd, Eg havi valt teg
at verða Mín boðberi, til at opinbera Mín
Boðskap til alla mannaættina Ja, Harri... tú hevur longu sagt ja, minnist tú? Eg veit, Jesus, men eftir at hava hugsa meg um, kann eg ikki; ikki tí at eg ikki vil, men tí at eg ikki eri tað verd, at verða Tín brúður. Hvussu! Hvussu kundi eg siga ja uttan nakað sum helst, uttan at hugsa um hvat tað hevði at týða, sum Tú bað meg um! Vassula, Eg kann læra teg at verða Mær
verdug Sjálvt um eg eri verdug, er tað ikki nóg mikið. hví? Tí tað er ikki bert at verða verdug, tað er so nógv meira enn tað. Eg veit, at verða verdug er ikki nokk, men Eg skal
læra teg at verða verduga og heilaga, tú mást
kýta teg fyri at hava tað uppiborið lær teg at góðtaka, hvørja fer
Eg síggi teg veika og líka við at detta í
eina fellu komi Eg í stundini at bjarga tær, skil
ikki Mína leiðbeining sum eina sáttargerð,
Eg leiði teg fyri at tú ikki skalt detta. Eg ynski
ikki at missa teg; ákallað Meg í tínum
bønum, bið meira |