Satt
Lív í Guði
januar 1987
friður verið við tær, Jesus? Eg eri, Vassula, Eg elski teg so nógv at tú fert ongantíð at fata tað. Vassula, sum tað pínir meg at síggja Míni børn so andleys, hvussu kunnu tey gloyma kærleikan Eg havi til teirra? Eg setti Mítt Lív til fyri tey; elskaða, verð hjá Mær og varnast Meg; Eg skal koma til tín til tað ásettu tíðina at fría teg men fyrst hevur tú eina uppgávu at loysa. Eg Guð havi longu opinberað Vísdóm fyri at vælsigna alla mannaættina, O dóttir ein dag fert tú at skilja heilt hvussu Eg arbeiði, óttast ikki, tí at Eg, Guð, elski teg. dóttir, tað eri Eg, Jesus, Eg vil fegin at
tú lesur hesar tríggjar bønirnar áðrenn
tú kemur at skriva við Mær av tí at
tær halda øllum illum burtur, trúgv Mær
tær eru kraftmiklar bønir Jesus, hvat gert Tú um eg sigi nei? tú hevur frítt í at velja óttast
ikki, Eg skal ikki taka hesa náðigávu frá
tær sum Eg havi givið tær, Eg vil altíð
hitta teg og siga tær hvussu nógv Eg elski teg
Nei, Jesus, eg havi longu sagt, at eg vil arbeiða fyri Teg. Hví skuldi eg broytt mítt orð, minnist Tú ? Eg eri glaður fyri títt svar dóttir, verð verandi hjá Mær og Eg skal leiða teg. Jesus, havi eg nakrantíð sært Teg? ja, tað hevur tú, Eg var særdur tá
ið tú gloymdi hvussu Eg kom at bjarga tær úr
myrkrinum, men Eg havi fyrigivið tær, Eg veit hvussu
nógv tú elskar Meg (Eg ivaðist eftir at hava verið í samband við prestin). hvørja ferð tú kennir teg veika, ivandi, minst tá til hvat Eg beint nú havi sagt tær, ber Mín Friðar og Kærleikans Kross, og far ikki frá Mær, kom lat okkum biðja saman. (Jesus bað saman við mær, Hann leit upp, meðan Hann bað). Jesus, Tú veitst, hvussu nógv eg elski Teg. Eg skal hjálpa Tær at bera Tín Kross og lætta um hjá Tær. Vit kunnu deila Hann. dóttir, á sum Eg altíð havi ynskt
at hoyrt teg sagt hettar, kom elskaða lat okkum halda fram
á okkara vegi Jesus var so glaður, lukkuligur. (dagin eftir). Eg hoyrdi mítt navn; Jesus rópti á meg; eg stóð og málaði; eg blakaði penslarnar upp í loft og rann yvir til skriviborðið. Vassula, Vassula, Vassula, Eg Jesus rópti á
teg, O Vassula sum Eg elski teg! Prísað Mær,
verð altíð hjá Mær; hvørja
ferð tú elskar meg so inniliga kenni Eg Meg hálovaðan,
gleð Meg við altíð at hoyra Meg sum nú
dóttir vilt tú endurnýggja Mína Kirkju? Áh Jesus, tú spyrt meg um nakað, sum eg ikki eri før fyri at gera fyri Teg! lít á Meg! Eg skal krøkja meg í Teg og líta fult út á Teg. Tú ert mín Lærari. lovprísað Mær, Eg skal leiða teg
|