Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG ERI FRIÐUR

10. oktober 1986

Eg eri Ljósið, Eg Jesus vil ávara teg, dett ongantíð í snarur sum tann óndi hevur sett upp, trúgv ongantíð nøkrum boðskapi ið gevur tær órógv, skil hví tað ónda so dúgliga roynir at steðga tær. dóttir, allir boðskapir sum fordøma Mínar undanfarnu boðskapir eru av tí ónda. Djevulin roynir enn einaferð at steðga tær og taka dirvi frá tær.  

Eg, sum eri tín Frelsari vátti fyri tær at allir hesir boðskapir ið bera boð um kærleika og frið, og sum fáa tey burturmistu at finna vegin aftur til Mín, allir hesir boðskapir eru frá Faðirinum og Mær, so miss ikki dirvi, trúgv á Meg. Minst til trúgv ongum boðskapi ið ger títt hjarta óttafult, Eg eri Friður og friðfulla skalt tú kenna teg.