Satt
Lív í Guði
26. februar 1987
Beatrice og eg flugu til Chittagong, og haðan fóru vit yvirum ánna at leita eftir bygdini Diang; har skuldu vit hitta Raymond Dujarrier, ið er ein franskur hálv-einabúgvi, mystikari, katólskur prestur, men eisini ein hindu, muslimur og buddistur. Alt í einum. Til at skifta nakrar tankar við hann og vísa honum skriftirnar. Hann kallaði tær: “Guddómligar opinberingar hjá Hjartanum.” Tað, hann segði, samsvaraði ógvuliga væl við meginregluna um opinberingarnar og endamáli teirra: At tær ikki bert vóru til mín, men eisini til gagns fyri onnur. Okkara túrur gekk uttan trupulleikar, sum um onkur hevði lagt hann til rættis. Eg gloymdi at nevna, at dagin fyri vit fóru til Diang, var eg ógvuliga stúrin og spurdi meg sjálva, hví eg skuldi fara hagar. Hvat var tað eg hevði at vísa fram? Bert nakað svass? Allan dagin kendi eg angist. Týðiliga sama dagin vit skuldu fara, komu tey fyrstu orðini: “Ein lygnari leiðir teg, savnað alt saman og brenn tað!”. Tá visti eg, at tað ónda frá degnum fyri royndi at steðga ferðini. Lítla løtu eftir hendan boðskap, kendi eg Guðs Nærveru, og Hann skrivaði: “Eg skal verða saman við tær til tað síðsta. Vit eru sameinað fyri allar ævir, lat Mítt Ljós lýsa yvir teg barn. Eg eri Yahweh, sum leiði teg. Lovprísað Mær við at elska Meg.” |