Satt
Lív í Guði
27. september 1986
Friður verið við tær. Vassula kom til Mín Eg eri tín Endurloysari, tín Friður. Eg var á jørðini tykkara millum í holdi, Eg eri Guðs Føddi Sonur. Kom til Mín og legg høvd títt at Mær, Eg eri tann sum uggar teg. tá ið tú kennir teg kedda, minst tá til, at Eg eri hjá tær. bið hesa Bøn saman við Mær: ![]() og leið meg til Tínar hvíldar eingir, har æviga reint vatn streymar, ver Mítt Ljós og vís mær vegin, við Tær og við Tína lið vil Eg ganga, við Teg sum upplýsir meg vil eg tala, Faðir, Elskaði, verð verandi í mær so at eg fái Frið, og merki Tín Kærleika. Eg vil fylgja tær í Tínum fótasporum, hjá Tær vil Eg vera, upplýs meg, elskað meg, ver við mær, nú og í allar ævir. Amen.
|