Satt
Lív í Guði
13. desember 1986
dóttir, kennir tú tað sum at Eg havi lokkað teg í eina fellu? Eg elski teg elskaða, óttast ikki Meg, tað sær út sum at tú óttast fyri at Eg seti eina fellu fyri teg! (Tað er satt, eg nevndi tað fyri mínum vinum, og brúkti orði “fella”). Eg veit, Eg ynskti at tú elskar Meg. Ert Tú illur? nei, tað eri Eg ikki. Kann eg vera bersøgin? ver. Tú vildi hava meg til at elska Teg? tað vildi Eg. Tú hevur rokkið Tínum málið? tað havi Eg. Tú hevur bergtikið meg, og tað dámar mær væl! ert tú nú glað? Ja, ógvuliga, men eg vildi ynskt, at eg ikki skuldi verið so bersøgin. tú ert í holt við at læra, et frá Mær, verð vælsignað. Ber tað til, at eg eisini kann vælsigna Teg? ja, tað ber til. Tak tá ímóti míni vælsigning, Jesus Kristus!
Ert Tú illur? nei, Eg eri ikki illur; heilag er at vera rein og at liva í Mær, heilag er at fylgja Mær og at elska Meg, heilag er at vera sum Eg eri; Eg vil læra teg at vera heilaga um tú ert viljug. Eg eri viljug at gera sum Tú ynskir, tí eg elski Teg. so skal Eg undirvísa teg, dóttir, verð hjá Mær og tú skalt læra, lít á Meg og hav álit á Mær, trúgv Mær tá Eg sigi tær at Eg eri glaður fyri at hava teg her hjá Mær, tú fert at læra meira enn, far í friði og minst til, kenn teg elskaða av Mær. |