Satt
Lív í Guði
4. desember 1986
Enn undrist eg yvir og ivist nógv í tí sum hendir, hvussu kann hettar henda? Eg meini, hvussu kann tað vera, at eg ikki kann stýra hondini, sum eg skrivi við? Tað er, sum um eg verði brúkt av einari aðrari megi. Men eg eri ov realistisk, og tí er tað, at eg ivist, og tó er tað nakað, sum veruliga hendir. Eg eri ørkymlað... Eg eri her. tað eri Eg Jesus. dóttir, minst
til at tú ert andi og at Eg eisini eri Andi og Heilagur,
Eg livi í tær og tú livir í Mær,
verð verandi í Mær, Eg Jesus eri altíð
hjá tær, ásannað hetta Alt í lagi, Tú hevur sannført meg um, at tað er Tú. Tú hevur rokkið Tíni tvey mál, at eg skuldi elska Teg, var tað eina, og Tú hevur sannført meg um, at tað er Tú, sum veruliga møtir mær á henda hátt. Tú hevur fullkomiliga bergtikið meg. Eg veit, at eg ikki eri meira sinnisklovin enn restin av heiminum, ella sinnissjúkari enn sinnissjúkralæknin sjálvur. Eg veit eisini, at tað ikki er av tí ónda, av tí at eg veit, hvussu tað kennist at verða álopin av teimum; tað er ein ørkymlandi plágandi kensla (sum fyrr, tá ið eg varð álopin av teimum illu andunum og ætlaði at gevast við at skriva). Tað eri ikki eg, sum havi valt at taka ímóti Tíni kalli, við tað at eg var langt burturi frá Tær. Tað var Tú, sum vildi tað, mín Guð; eg angri tað ikki, hvussu skuldi eg eisini kunna tað? Av tí at eg nú eri vorðin púra bergtikin av Tær. barn, Eg lyfti teg upp fyri at tú kanst verða saman við Mær, Eg lærdi teg at elska Meg. ert tú glað fyri at vera saman við Mær á henda hátt? Áh, ja! Eg vælsigni teg av øllum Mínum Hjarta
|
8. desember 1986
Kann eg vera í Tínum Ljósi? tú ert í Mínum Ljósi, Eg eri Jesus tín Frelsari. at ganga við Mínum Krossi merkir at tú ber Mínar Líðingar dóttir. Jesus meinti við krossin, sum ein ber um hálsin. |