Satt
Lív í Guði
Tá Guð talar í hesum boðskapunum, kunnu vit ikki lata vera við at leggja til
merkis tann ljóma av vón, sum Hann gevur okkum. Ja, Hann vil
havast at okkum mangar ferðir, við tað at Hann er Faðirin, soleiðis
ger okkara Faðir í himni, men Hann ger tað við kærleika, tí
Hann er Kærleiki, og Hann skapti okkum av kærleika til at svara
Honum aftur við sama kærleika.
Hesir boðskapir opinbera Guð's inniliga bílæt mótvegis Sínum skapningum, og tað Hann biður um frá hvørjum einstøkum av okkum er at koma til ein inniligan felagsskap við Hann, so at vit koma at kenna Hann. Kortini áminnir Hann okkum um ongantíð at gloyma, at Hann er heilagur, og biður okkum eisini um at fáa í lag og seta í verk "gudsótta". Hesir boðskapir eru ein ákallan til at venda okkum til okkara veruliga grundvøll og ein áminning av Orðið Hansara og av at Hann er til. Sum Guð sjálvur segði við Vassulu: "Sig teimum frá, at hesir boðskapir eru ikki ætlaðir at skapa sensatión, men at gera teimum greitt, hvussu nógvan skund teirra umvending hevur, hvussu álvarsom støðan hjá teirra sálum er, og hvussu týdningarmikið tað er at broyta teirra lív og liva heilagt." Í hesum boðskapunum er ein inniliga áheitan frá Kristus um at kirkjurnar mugu sameinast, og serliga fyri sameining av dagfestingini av páskadøgunum. Tað eru nógvar ávísingar í boðskapunum til tað stóra fráfallið, sum er fráboðað av Skt. Paulus í 2. Tess., 2. kapituli, og til anda uppreistrarinnar í okkara tíð, som er ógvuliga máttmikil. Uppreistrarandin hevur nú sum roykur troka seg inn í kirkjuna og hevur ávirkað bispar og prestar (katólskar) til at venda sær ímóti teirra egna hirða (pávanum). Kristus kallar teir aftur til at vera trúgvir móti pávanum. Men sigurin yvir tí ónda er ikki langt burturi nú, og tey Tvey Hjørtuni (Óspilta Hjarta hjá Mariu og Jesu Heilaga Hjarta) vilja sigra yvir tí ónda.
Her er ein ákallan til at viðurkenna hjáveru Kristusar í Hansara guddómleika og í
tí heilaga kvøldmáltíðarsakramentinum (Jesu likam og blóð), og fyri at viðurkenna
Mariu sum Móðir Guðs. Tað eru meira enn 5000 ávísingar til Heilaga
Andan og djúptøkin læra um virkið Heilaga Andans.
Eisini opinberar Guð profetiskar boðskapir um kirkjuna í Russlandi og sigur,
at Rusland vil verða tað landið, sum vil hálova Honum meira
enn nakað annað land, og at hon vil verða høvdið (andaliga) hjá
nógvum tjóðum. Men tað sum er enn meira merkisvert í hesum boðskapunum
er tann eymleiki, sum Guð vísir ímóti okkum, har Hann við hesum
opinberar Sína óendaliga góðsku og Sítt miskunnsemi. Lýsingin
av Guði, sum Kristus ber fram, gevur okkum ein góðan samandrátt
av Hansara mynd: "Faðir Mín er ein Kongur, tó so móðurligur,
ein Dómari, tó so eymur og kærur. Hann er Alfa og Omega, tó
so spaklyntur."
Í hesum boðskapunum roynir Guð at kveikja lív aftur í tað, sum er deytt. Hetta
er tí at Hann hellir út Heilaga Andan yvir okkum fyri at føra
okkum aftur til Hansara, fyri at liva eitt satt lív í Honum.
Hann lovar okkum, at skjótt vil koma ein úthelling av Heilaga
Andanum yvir mannaættina sum ongantíð fyrr í søguni, og sum
vil umbroyta allan jørðina. Hetta er tann vónin, sum vit øll
venda okkum til. Nógvir partar av bíbliuni í Jóhannesar opinbering og frá profetinum Dánjal eru vorðnir latnir upp fyri okkum av Jesusi Kristusi í hesum boðskapunum.
Hví er Guð so fúsur at opinbera Seg sjálvan so máttmikið aftur í okkara tíð,
um tað ikki er tí at Hann frelsir okkum? Tá hann sigur í einum
boðskapi: "Eg hyggi at jørðini í dag og ynski, at tað hevði
Eg ongantíð gjørt... Míni eygu síggja tað, sum Eg ongantíð ynskti
at síggja, og Míni oyru hoyra tað, sum eg bar ótta fyri nakrantíð
at hoyra! Mítt Hjarta, sum ein Faðir, søkkur niður í sorg. Eg
evnaði menniskja til at hava Mína mynd, kortini hava tey mannminkað
seg sjálvi, og í dag hava so nógv av teimum tikið upp á seg
líki beistsins! (djevulin). Mítt hjarta pínir Meg, tí Eg síggi
til enda jarðarinnar, og tað eg síggi er ikki eftir ynski Hjarta
Míns... Faðir tykkara stýrir øllum, men ikki tykkara frælsi,
og menniskja hevur avskeplað sítt frælsi...". Tí er neyðugt
hjá Guði Skapara okkara at leggja uppí einaferð enn í okkara
tíð.
Vassula |